Gongutúrur

Ein uppliving, ið vit hava haft í nøkur ár, er gongutúrurin út á Rógvuendan ið liggur norðan fyri Vestmanna. Hetta er ein av Gongutúr Image3teimum vakrastu náttúrupplivingum, ið tú kann uppliva í Føroyum. Hesin gongutúrur er sera væl umtóktur.

Til ber eisini at víðka okkara gongutúrar við eini gisting eisini. 15 min, omanfyri Vestmanna, er ein nýggj fyrstaflokks smátta gjørd, sum til ber at gista í, smáttan kallast Harusetrið.

 

Um túrin

Túrurin byrjar í Vestmanna tá vit hava fingið ryggsekkin á herðarnar, síðan fara vit til gongu. Tá vit hava gingið í 45 min, koma vit Norður á Skarð, her hvíla vit so eina løtu. Eftir góða hvíld fara vit aftur til gongu og seta leiðina ímóti Rógvuni. Vit ganga ovaliga í Djúpadali. Tá vit hava gingið í ein knappan tíma, koma vit út á Rógvuendan. Í tí vit sleppa Djúpadali, opnast alt fyri norðan, allar Dalar koma undan, øll fjøll og tindar standa steyrrættir og ynskja okkum vælkomin til Dalaheyga, ein hagi, ið er mest sum ókendur millum manna. Úti á Rógvuendanum seta vit okkum at eta matpakka, ímeðan havhestanir flúgva tætt fram við, fyri at forvitnast, ímeðan blitsini blunka.Eftir góðan mat, fantastiskt útsýni og fríska luft, gongur leiðin heim aftur til Vestmanna.

 

Um tit velja at gista eisini, so endar túrurin ikki her. Leiðin gongur so oman til smáttuna, har vit gera góðan mat og hugna okkum til langt út á kvøldi. Dagin eftir gongur leiðin so heimaftur.

 

Gongutúrurin út á Rógvuendan og aftur er túrur 1.

Gongutúrurin út á Rógvuendan við gisting er túrur 2.

 

Árstíð: Frá 1. apríl - 1.oktobur

Tíð túrur 1: 3 tímar

Min persónar túrur 1: 10 persónar

Kostnaður túrur 1: 450,- pr persón

Íroknað kostnaðin er: Matpakki + drekka.

Tíð túrur 2: Frá 10.00 til 11.00 dagin eftir

Max persónar túrur 2: 16 persónar

Kostnaður túrur 2: 15.000,-

Íroknað kostnaðin er: Matpakki + drekka og gisting við morgunmatið báðar dagar + fínan døgurða um kvøldi.

 

Minnist til heit og góð klæðir!

Vit gleða okkum at síggja tykkum.